Áki Samuelsen er yngsti leikari, sum hevur umboðað U21-landsliðið í EM-undankapping.
Leikarar sum Jákup Thomsen, Brandur H. Olsen, Poul Ingason, Hallur Hansson, Róaldur Jakobsen, Hannes Agnarsson og Samuel Chukwudi hava spælt á U21-landsliðnum sum 17 ára gamlir.
Hallur Hansson var yngst av teimum, tá hann í 2009 spældi í 1-1 javnleiki móti Moldova, har hann var 17 ár og 60 dagar. Í dag spældi Áki Samuelsen í einum aldri á 17 ár og 52 dagar, tá hann í seinna hálvleiki bleiv innskiftur í 2-0 sigrinum á Armenia. HB-leikarin skrivaði sostatt søgu við at vera 8 dagar yngri enn Hallur var í 2009.
Kelda: FaroeSoccer
Stuðlað landsliðsumrøðuni 2021 á bolt.fo hevur: