Málverjin bleiv álvarsama skaddur fyrr í ár.
Bolt.fo hevur fingið váttað, at Milos Budakovic skiftir frá ÍF til AB. Serbin bleiv skaddur í 8. umfari og spældi ikki aftur. Hann væntast frískur til komandi kappingarár, men tá verður tað fyri AB í 1.deild, at hann kemur at spæla.
Hjá ÍF vardi lokali Jákup N. Olsen málið eftir skaðan hjá Milos og hann spældi væl. Eykamálverjin, Tóri Traðará, er farin til Skála og tað merkir, at ÍF leitar eftir einum málverja afturat.