Sum bolt.fo skrivaði fyri nøkrum vikum síðani, so skiftir Bjarki Nielsen frá AB til B36. Í kvøld váttar B36 flytingina. Eitt annað skiftið sum hevur ligið í kortunum hevur verið Ronni Møller Iversen, sum skuldi flyta frá Skála til B36. Men umstøðurnar í B36 eru broyttar m.a. við nýggjum venjara og nú er greitt, at hendan flytingin verður av ongum.
B36 skrtvar:
Bjarki C. Nielsen til B36
B36 hevur í kvøld skrivað undir 2 ára sáttmála við Bjarka Christiansson Nielsen
Bjarki, sum er 22 ára gamal, er uppvaksin í AB, har hann seinnu árini hevur verið ein spennandi framrættaður profilur.
Tað er eisini til kappingina um framrættaðu plássini á liðnum hjá okkum, at Bjarki er ætlaður, og í kvøld hitti hann fyri fyrstu ferð nýggju liðfelagarnar.
- Eitt skifti til just B36 hevur verið í huganum í eina tíð hjá mær. Tað tykist, sum virkar felagsskapurin kring liðið sera góður, og eg gleði meg at verða partur av hópinum, sigur Bjarki.
Og eisini á vøllinum hevur hann avgjørd mál.
- Persónliga vóni eg, at eg megni at bíta meg fastan í hópin og fáa nógva spælitíð, og so er ætlanin avgjørt eisini, at vit í 2021 aftur vinna okkum rættin til europiskan fótbólt, sigur Bjarki.