Nú ljóðar, at AB ikki fer at megna at varðveita sín lokala álopskenda profl meir.
22 ára gamli U21 landsliðsleikarin, Bjarki Nielsen, hevur higartil bara umboðað barndómsfelagið AB. Í ár skoraði hann 7 mál í 27 dystum. Nú veit bolt.fo frá fleiri álítandi keldum, at nógv bendur á, at Bjarki Nielsen í 2021 fer at spæla við B36.
B36 væntast eisini at skriva undir sáttmála við Ronni Møller-Iversen hjá Skála. Hjá B36 er Meinhard E. Olsen farin av landinum fyri nøkrum vikum síðani, meðan Sebastian Pingel, Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic og Árni Frederiksberg ongan sáttmála enn hava gjørt fyri 2021. Tí leitar B36 eftir leikarum til álopspartin og har sær tað út til at hava eydnast í tveimum førum við Ronni og Bjarka.