B71 vann í dag og fyri málskjúttan merkir tað, at hann nú er einsamallur toppskjútti í deildini.
Tijani Mohammed hevur skorað 7 mál fyrstu 8 umførini og er einsamallur toppskjútti í 1.deild. Beint í hølunum koma Dánjal á Lakjuni úr ÍF (6 mál), Hans Marius Davidsen úr NSÍ (5 mál) og Sveinur Justinussen úr B68 (5 mál). 27 ára gamli Tijandi Mohammed er úr Ghana og spældi í fjør við Giza Hoyvík. Hann spældi árini 2011 og 2012 við B71. Hann er skrásettur fyri 11 mál í 18 dystum í næstbestu deildini.