B36 vísir áhuga fyri danska leikaranum hjá Skála.
Tað ljóðar fyri vist, at stórur møguleiki er fyri, at Ronni Møller-Iversen skiftir frá Skála til B36 í 2021. 26 ára gamli Ronni hevur spælt við Skála í 2020 og 2019, meðan hann i 2018 spældi við KÍ. Í 2019 var hann toppskjútti hjá Skála við 8 málum í landskappingini.