Meðan tað enn er í stóran mun ókent, hvørji lið vera mótstøðulið í Europa League hjá føroysku liðunum, so er øðrvísi í Champions League, har KÍ nú kennir øll tey møguligu mótstøðuliðini. Verður tað sum vanligt, so kunnu liðini, sum landafrøðiliga liggja longst burtur, eisini avskrivast, tí UEFA tekur eitt sindur atlit til, hvar liðini liggja landafrøðiliga. Lutakastið er sunnudagin 9. august.
Hesum liðum kann KÍ møta:
Celtic (Skotland)
FK Astana (Kazakhstan)
Ludogorets Razgrad (Bulgaria)
Red Star Belgrade (Serbia)
Qarabag FK (Azerbadjan)
Legia Warsaw (Pólland)
Maccabi Tel-Aviv (Ísrael)
Molde (Noreg)
Sheriff Tiraspol (Moldova)
Fenercvaros (Ungarn)
Dundalk (Írland)
Slovan Bratislava (Slovakia)
Suduva (Litava)
Omonia Nicosia (Kypros)
CFR Cluj (Rumenia)
FK Sarajevo (Bosnia & Hersegovina)
Dinamo Tbilisi (Georgia)
Grein dagførd: 25. juli kl. 20.49