Ungur føroyingur í FC Midtjyllandi fær sera góð skoðsmál.
16 ára gamli Heini Sørensen spælir til dagligt á U16 liðnum hjá FC Midtjyllandi. Hann er uppvaksin í HB. Julian Hansen, ið er fyrrverandi føroyskur A-landsliðsleikari, er talentskóti hjá FC Midtjyllandi.
- Heini er møguliga størsta føroyska talentið nakrantíð. Hann er skjótur, arbeiðssamur og sera góður á bóltinum við yvirliti fyri spælinum, sigur Julian Hansen við donsku heimasíðuna TV3 Sport.
- Heini er hart arbeiðandi miðvallarleikari, sum við góðum vendingum, tryggum avleveringum og einum góðum teknikki megnar at skipa spælið. Harafturat er hann mentalt strkur, so hann er ein dreymur hjá einum venjara, sigur U16-venjarin hjá FC Midtjyllandi, Martin Mark, við TV3 Sport.
Heimasíðan skrivar um føroyingin, at Borussia Dortmund hevur fylgt hansara gongd.