Nú ljóðar fyri vist, hvør verður nýggjur málmansvenjari á A-landsliðnum.
Seinni í hesi vikuni verður alt venjara- og hjálpartoymið avdúkað kring A-landsliðið hjá monnum, har Håkan Ericson er nýggjur høvuðsvenjari og Eli Hentze er nýggjur hjálparvenjari. Tað ljóðar m.a., at tveir svenskarar vera partur av toyminum. Nýggjur málmansvenjari verður Andras Gango. Hann hevur síðsta árið verið málmansvenjari hjá Tromsø í bestu norsku deildini. Hann hevur áður verið málmansvenjari hjá føroyskum feløgum og U-landsliðum. Eisini hevur hann spælt nógv í Føroyum.
Føroyar spæla fyrsta landsdystin í 2020 27. mars móti Danmark í Herning.