Venjarin hjá TB greiðir frá fyrireikingunum til at seta hópin saman til 2020.
39 ára gamli Michael L. Winter verður venjari hjá TB í 2020. Hann er týskari, men hevur starvast leingi í Danmark, og tosar eisini danskt. TB hevur havt nakað av útskifting síðani kappingin endaði. M.a. er greitt, at tríggir av útlendingunum ikki halda fram. Men styrkur er á veg til TB.
- Vit samráðast við 3-4 danskar leikarar, sum vónandi koma uppá pláss innan alt ov leingi. Talan er um ungar svangar leikarar, sum eg kenni og sum hava spælt á høgum støði. Teir kenna mátan, ið eg ynski at spæla uppá, sigur Michael L. Winter við bolt.fo. Hann sigur, at ætlanin er, at talan skal vera um ein leikara í hvørjari ketu. Eisini er ætlanin at fáa styrkt hópin við føroyskum leikarum.
TB endaði á 8. plássi í 2019 við 19 stigum.