Íslendski miðvallarleikarin hevur ongan sáttmála fyri 2020.
30 ára gamli Brynjar Hløðversson var í fjør millum mest eyðsýndu á meistaraliðnum hjá HB. Í ár spældi hann ein leiklut, ta HB vann løgmanssteypið. Men Brynjar hevur ongan sáttmála fyri 2020.
- Eg havi tilboð úr Íslandi, men ynski helst at halda fram í Føroyum og í HB. At fara aftur til Íslands kann eg altíð. Eg havi tosað eitt sindur við HB, men enn veit eg ikki, um eg haldi fram, sigur Brynjar Hløðversson við bolt.fo.