Sámal Erik Hentze sigur við bolt.fo, at hann hevur boðað Víkingi frá, at hann ikki heldur fram.
Sámal Erik Hentze hevur verið venjari hjá Víkingi í 2016, 2017 og 2019 við góðum úrslitum. FM í 2016 og 2017, víðari í Champions League í 2017 og í ár framgongd í bæði lands- og steypakapping í mun til 2018.
- Eg treingi til ein steðg nú. Eg havi koyrt inní Eysturoynna í tvey ár, og tað slítur. Tí ein brúkar 6-7 tímar hvønn dag upp á fótbóltin. So nú fari eg uttanlands í feriu í nakrar vikur eftir kappingina, og so taki eg støðu til næsta ár, men tað verður so ikki nakrastaðni langt frá høvuðsstaðnum. Og møguleiki er eisini fyri, at eg taki frí og fylli battaríini. Til kappingina 2021 eri eg væntandi heilt klárur aftur, og tá eru allir møguleikar opnir, sigur Sámal Erik Hentze við bolt.fo.
Víkingur liggur á 5. plássi við 48 stigum. Tað eru 9 fleiri, enn liðið fekk í fjør. Víkingur hevur ein dyst eftir, sum er á útivølli móti TB.
Í fjør var núverandi Skála-venjarin, Eyðun Klakstein, settur í samband við starvið í Víkingi. Søgur ganga um, at hann eisini er upp á tal til 2020, og kanska fyribils er favorittur at taka yvir sum komandi venjari hjá Víkingi í 2020.
Stuðlað FM-endabrestinum á bolt.fo hava:
Sp/f Baldvin Baldvinsson málarameistari