Eingin leikari hevur staðið Símuni Samuelsen kurl í málstigum í venjingardystunum higartil.
9 mál/upplegg (harav eru tvey av uppleggunum brotsspørk, sum hann sjálvur skorað) eru hagtølini hjá 33 ára gamla Símuni Samuelsen eftir fýra venjingardystir hjá HB. Men Símun gjørdi ikki sáttmála fyrr enn í januar, og hevur ikki vant líka nógv sum hinir í vetur.
- Eg havi havt umleið 20-22 venjingar umframt teir dystir sum hava verði. Eg havi vant tað sama sum allir aðrir frá 7. januar. Eg vandi tó ikki við liðnum i november og desember, men vandi eitt sindur fyri meg sjálvan, sigur Símun Samuelsen.
Tilvild
Sjálvur heldur Símun at tað mest er av tilvild, at hann hevur verið við í so nógvum málum og uppleggum higartil (4 málum og 5 uppleggum), og á tí økinum hevur verið í einum klassa fyri seg.
- Eg veit ikki, um eg eri í einum klassa fyri seg. Eg havi skorað trý brotsspørk og skoraði millum annað til 8-1 ímóti ÍF. So í mínum eygum hevur tilvildin rátt í nógvum førum at eg havi skorað 4 mál. So tað leggi eg ikki so stóran dent á. Eg hyggi mest uppá at blíva betri fyri hvørja venjing sum fer afturum, bæði hvat fysikki og orka viðvíkur og føling við bólti, tað at ein følir seg væl við bóltinum. Í dystum gongur alt út uppá at kenna leikskipan enn betur og alla tíðuna betra samspæli við viðleikararnar - tað er har fokus liggur, sigur Símun Samuelsen við bolt.fo.
Sí talvu niðanfyri fyri málstig í venjingardystum higartil.
