Salmundur Bech hevur verið ein av stóru lokalu profilunum hjá TB/FCS/Royn og frammanundan TB í 2016. 22 ára gamli Salmundur Bech sigur við bolt.fo, at hann spælir ikki við TB í 2019. - Eg havi tosað við fleiri feløg norðanfyri og innan stutta tíð rokni eg við, at eg geri sáttmála við eitt av hesum feløgum, sigur Salmundur Bech við bolt.fo.
Í gjár gjørdist eisini greitt, at Búi Egilsson ikki heldur fram í Suðuoynni.