Leikarin hjá TB/FCS/Royn, sum fekk flest málstig í 2018, verður ikki at síggja í Suðuroynni í 2019.
22 ára gamli Búi Egilsson skoraði fýra mál og legði upp til sjey mál hjá TB/FCS/Royn í ár. Eingin annar leikari hjá felagsliðnum var við í so nógvum málum. Nú felagsliðið er farið í søguna, so er spurningurin, hvørjir vábingar fara at spæla við TB í 2019. Búi verður í øllum førum ikki ein av teimum. Sambært góðum keldum hjá bolt.fo, so er sannlíkt, at Búi Egilsson skiftir til NSÍ innan stutta tíð.
Búi, sum eisini hevur verið á U21 landsliðnum onkran dyst, hevur øll árini spælt antin við FC Suðuroy ella felagsliðnum í Suðuroynni. Men nú verður hann eftir øllum at døma at síggja á einum topp 5 liði.