Hann er leikarin hjá TB/FCS/Royn, sum hevur verið við í flest málum bæði í 2017 og 2018.
Í 2017 var Búi toppskjútti hjá TB/FCS/Royn við 10 málum. Í ár hevur hann skorað 4 mál og lagt upp til 6 mál. Bæði árini er hann leikarin hjá TB/FCS/Royn, sum hevur verið við í flest málum. Nú letur 22 ára gamli leikarin hurðarnar upp fyri øðrum feløgum.
- Eg havi ikki sáttmála við nakað felag fyri næsta ár. Men eri opin fyri tilboðum aðrastaðni, tó er ikki nakað konkret boð komið enn, sigur Búi Egilsson við bolt.fo.
Búi og TB/FCS/Royn spælir sunnudagin í Klaksvík móti KÍ.