Toppskjúttin hjá Víkingi skiftir felag.
Toppskjúttin hjá Víkingi í ár var Jørgen Nielsen við sjey málum sambært FaroeSoccer. Tað var serliga, tá hann bleiv fluttur á vinstra vong, at hann var sannførandi.
Nú vita góðar keldur hjá bolt.fo, at hann skiftir til barnsdómsfelagið NSÍ. Væntandi verður skiftið kunngjørt í vikuskiftinum.