Fleiri føroyskir landsliðsleikarar eru heilt frammi í evropeiskum hagtølum frá Nations League 2026/27. Hanus Sørensen, Andrias Edmundsson og Gunnar Vatnhamar eru allir millum tíggju teir bestu í ymiskum hagtalsbólkum. Har skal sjálvandi havast í huga, at Føroyar spældu í deild C, meðan fleiri av hinum spældu í deild A, har mótstøðan er nógv sterkari.
Hagtalsfyritøkan Squawka hevur kunngjørt fleiri yvirlit yvir leikarar, sum hava skarað framúr í Nations League higartil. Tríggir føroyingar eru at finna á listunum, har fleiri av størstu stjørnunum í evropeiskum fótbólti eisini eru við.
Hanus Sørensen millum teir bestu í tveimum bólkum
Hanus Sørensen er nummar seks í Nations League, tá tað snýr seg um væleydnaðar sendingar inn í brotsteigin hjá mótstøðuliðnum.
Hann hevur 13 slíkar sendingar. Michael Olise úr Fraklandi er ovast við 22, meðan íslendski Hákon Haraldsson er næstur við 18 og norski Martin Ødegaard triðstur við 17.
Hanus er eisini millum teir tíggju bestu í gjøgnumbrotssendingum. Hann hevur fimm slíkar og er nummar tíggju á listanum. Lamine Yamal úr Spania og Martin Ødegaard úr Noregi eru ovast við átta hvør.
Andrias og Gunnar sterkir í luftini
Tveir føroyskir landsliðsleikarar eru eisini millum teir tíggju bestu, tá tað snýr seg um vunnar luftnærdystir.
Andrias Edmundsson er nummar fýra við 21 vunnum luftnærdystum. Hann hevur sostatt vunnið líka nógvar sum pólski verjuleikarin Jan Bednarek, ið er nummar trý.
Gunnar Vatnhamar er nummar átta við 18 vunnum luftnærdystum.
Ovast á listanum eru Ruairi McConville úr Norðurírlandi og Petru Popescu úr Moldova, sum báðir hava vunnið 22 luftnærdystir.
Kelda: Squawka