Ónøgdin við dómararnar í donsku Superliguni er vaksin seinastu tíðina. Fleiri venjarar og feløg hava funnist hvassliga at dómarastignum, og nú hevur danska fótbóltssambandið, DBU, svarað aftur.
Bæði FCK og Brøndby hava verið millum feløgini, sum hava funnist at skipanini. Serliga hevur ósemja verið um avgerðir hjá óheftu aganevndini, Fodboldens Disciplinærinstans.
DBU hevur nú sent út eina hvassa fráboðan, har DBU tekur frástøðu frá kritikkinum. DBU heldur, at tað er álvarsamt, tá feløg seta spurnartekin við trúvirðið og óheftnið hjá aganevndini.
Eftir dystin millum Brøndby og FC Midtjylland mánakvøldið vóru venjararnir Thomas Nørgaard og Mike Tullberg eisini sera ónøgdir við dømingina. Báðir funnust at dómarastignum, og Tullberg segði við TV2 Sport, at dómararnir virkaðu nervøsir.
Fulltíðardómarar kunnu gerast loysnin
DBU og Divisionsforeningen hava nú boðið Superligafeløgunum á fund í komandi viku fyri at viðgera støðuna.
Ein møgulig loysn er at innføra fulltíðaryrkisdómarar. DBU er opið fyri hesum, men tað krevur, at feløgini eru við til at fíggja skipanina.
Samstundis ætlar DBU at kanna, hvussu arbeiðsumstøðurnar hjá aganevndini kunnu styrkjast.
Í Danmark verður VAR eisini brúkt, men tað fyllir ikki so nógv í hesum dómararokinum.