Mótstøðan móti VAR í norskum fótbólti heldur fram. Nú hava 18 feløg sent norska fótbóltssambandinum eitt uppskot um at avtaka VAR frá kappingarárinum 2027. Millum feløgini eru fleiri av størstu feløgunum í Noregi.
Rosenborg stendur á odda fyri nýggja uppskotinum, sum nú er sent norska fótbóltssambandinum (NFF). Millum feløgini, sum stuðla uppskotinum, eru eisini Brann, Viking, Molde, Lillestrøm og Vålerenga.
Feløgini halda, at VAR ikki hevur loyst teir grundleggjandi trupulleikarnar við dómaravgerðum, hóast skipanin hevur verið brúkt í bestu norsku deildini síðani 2023.
Odd Einar Landsem, formaður í Rosenborg, sigur við VG, at skipanin ikki virkar nóg væl, og at tað er trupult at verja vaksandi útreiðslurnar.
Vilja heldur brúka pengarnar upp á dómararnar
Uppskotið byggir í stóran mun á eina 27 síður langa frágreiðing, sum ein serlig VAR-nevnd hjá Rosenborg legði fram í oktober.
Í frágreiðingini verður millum annað víst á, at VAR framvegis er treytað av subjektivum metingum. Hóast støður verða kannaðar á sjónbandi, er framvegis ósemja um, hvussu reglurnar skulu tulkast.
Feløgini vísa eisini á, at VAR-steðgir órógva dystirnar og taka nakað av spontanitetinum úr fótbóltsupplivingini.
Harumframt kostar skipanin fleiri milliónir norskar krónur um árið.
Lillestrøm hevur í einari fráboðan gjørt greitt, at felagið heldur, at pengarnir í staðin eiga at verða brúktir til at menna og útbúgva dómarar. Felagið metir, at fleiri ár við VAR ikki hava givið tær betringar, sum vórðu lovaðar, tá skipanin varð innførd.
Feløgini eru tó ikki ímóti allari tøkni í fótbólti. Nevndin hjá Rosenborg tekur eitt nú undir við mállinjutøkni, sum kann staðfesta, um bólturin hevur verið innanfyri málstrikuna.
Taptu stórt í 2025
Hetta er ikki fyrstu ferð, at norsk toppfeløg royna at sleppa av við VAR.
Í januar 2025 atkvøddu 19 av teimum 32 feløgunum í teimum báðum ovastu norsku deildunum fyri at avtaka skipanina.
Men tá málið kom fyri norska fótbóltstingið í mars sama ár, varð uppskotið felt við stórum meiriluta.
321 atkvøddu fyri at varðveita VAR, meðan 129 atkvøddu ímóti.
Ein av orsøkunum er, at eisini feløg í lægri deildum hava ávirkan á avgerðina, hóast tey ikki sjálv brúka VAR.
Tí er tað ikki nóg mikið, at meirilutin av toppfeløgunum vil sleppa av við skipanina.
Nýggj avgerð í mars
Norska fótbóltssambandið hevur samstundis ætlanir um at menna VAR víðari og innføra hálvsjálvvirkandi rangstøðutøkni í 2027.
Tað merkir, at sambandið og stórur partur av toppfeløgunum framvegis hava ymisk sjónarmið um framtíðina hjá videodómaraskipanini.
Nýggja uppskotið verður viðgjørt á norska fótbóltstinginum 6. og 7. mars 2027.
Tá verður greitt, um norskur toppfótbóltur heldur fram við VAR, ella um feløgini hesa ferð fáa undirtøku fyri at avtaka skipanina.