Tað var eitt sera vánaligt kvøld fyri Føroyar í stríðnum um plássini á UEFA-styrkislistanum. Feløg úr Litava, Andorra og Georgia, sum øll liggja aftanfyri Føroyar, vunnu sínar dystir, meðan feløg úr Albania og Kasakstan, sum liggja beint frammanfyri Føroyar, eisini fingu fulla úrtøku.
Føroyar hava seinastu árini stríðst fyri at vinna seg longur upp á UEFA-styrkislistanum fyri feløg. Styrkislistin hevur stóran týdning fyri føroyskan felagsfótbólt, tí hann bæði ávirkar tal og umfør til evropeisku kappingarnar og býtið av solidaritetspengum frá UEFA.
Í kvøld gekk nærum alt ímóti Føroyum.
Trý lond aftanfyri Føroyar vunnu
Serliga úrslitini hjá feløgunum úr Litava, Andorra og Georgia vóru óheppin fyri Føroyar.
Litaviska Kauno Zalgiris vann 2-0 á Riga FC, meðan Inter Escaldes úr Andorra púra óvæntað vann 2-0 á FC Keypmannahavn.
Eisini georgiska Iberia 1999 fekk ein týdningarmiklan sigur, tá liðið vann púra óvæntað 1-0 á spanska Getafe.
Talan er um trý lond, sum liggja aftanfyri Føroyar á UEFA-styrkislistanum, og sum við hesum úrslitunum nærkast Føroyum.
Albania og Kasakstan styrktu sína støðu
Samstundis gekk væl hjá tveimum av londunum, sum liggja beint frammanfyri Føroyar.
Albanska Egnatia vann 2-1 á Lincoln úr Gibraltar og fór við sigrinum framum Føroyar, meðan Kairat Almaty úr Kasakstan vann 2-0 á Universitatea Craiova úr Rumenia.
Harvið øktu bæði londini um sína stigaupphædd á UEFA-styrkislistanum.
Fyri Føroyar merkir hetta, at tað bæði verður truplari at taka londini frammanfyri aftur og samstundis størri vandi fyri, at londini aftanfyri nærkast.
Standa til eitt fall
At londini rundanum okkum fáa góð úrslit í deildarspælinum fær stóra ávirkan á styrkislistan, ti sigrar og javnleikir í deildini telja tvífalt so nógv sum í undanumførunum, har føroysku liðini luttaka. Litava, Gibraltar, Andorra og Georgia liggja enn aftanfyri Føroyar. Tey eru enn nakað aftanfyri, men liggja til at fara framum um tvey ár, tá 2023 árið fellir burtur í fimm áraroknskapinum. Sum byrjunarstyrkislistin um trý ár sær út nú, so liggja Føroyar nummar 48 tá. Land nummar 51 missir fjórða liðið.