Í kvøld verður fult umfar í Conference League-deildini.
Í summar byrjaðu Føroyar á 40. plássi. Síðani eru Føroyar farnar eitt pláss longur aftur. Í kvøld væntast Føroyar at koma niður á 42. pláss. Tað hendur, um Egnatia úr Albania sum væntað vinnur á heimavølli móti Lincoln úr Gibraltar.
Fyri Føroyar er týdningarmikið, at liðini sum eru frá londum runt Føroyar á styrkislistanum ikki fáa góð úrslit í deildini, tí í deildini telja sigrar og javnleikir tvífalt so nógv sum tey gera í undanumførunum.
Londini sum liggja aftanfyri Føroyar og sum hava lið í deildarspælinum eru:
Albania
Litava
Gibraltar
Andorra
Georgia
Tað er serliga um tvey ár, at eitt fall væntast, tá góða árið í 2023 fellir burtur. Og har kunnu úrslitini hjá hesum liðum hjá áðurnevndu londum spæla stóran leiklut, hvussu stórt fallið er. Í løtuni liggur tað til at blíva nummar 45-46, men fáa hesi liðini góð úrslit, so kunnu Føroyar koma til at liggja á 48. plássi, tá 2028 kappingarárið byrjar.