Jacob Neestrup heldur, at tað ikki er av tilvild, at øll fýra donsku feløgini fyri fyrstu ferð nakrantíð hava spælt seg í deildarspælið í Conference League í ár. Fyrrverandi FCK-venjarin vísir á, at donsk feløg fyri fyrstu ferð hava fingið frí frá landskappingini millum avgerandi dystir í evropeisku undankappingini.
Jacob Neestrup, sum nú er høvuðsvenjari hjá grikska Panathinaikos, var mikukvøldið á tíðindafundi í Danmark undan Conference League-dystinum móti FC Nordsjælland.
Har nýtti hann høvið at rósa broytingini í donskum fótbólti, sum hevur givið feløgunum betri møguleikar at fyrireika seg til evropadystirnar.
Í summar fingu FC København, FC Midtjylland, AGF og FC Nordsjælland frí frá einum umfari í Superliguni, meðan evropeiska undankappingin var í gongd. Dystirnir vórðu fluttir, soleiðis at feløgini sluppu undan at spæla landskappingardyst mitt millum evropadystirnar.
Neestrup hevði í fleiri ár sum FCK-venjari stríðst fyri júst hesi broytingini.
– Einaferð var ein klókur høvuðsvenjari, sum í fleiri ár segði, at hetta mátti broytast skjótast gjørligt. Tá varð nógv flent at, hvussu stóran týdning hetta kundi hava, segði Neestrup við einum smíli og sipaði til seg sjálvan.
Hann heldur, at úrslitini nú vísa, at broytingin hevur verið røtt.
– Nú er lætt at síggja, at hetta ikki bara gagnar FCK, men eisini feløgum sum AGF og FC Nordsjælland. Tey hava nú betri møguleikar at spæla evropeiskan fótbólt, segði hann sambært Ritzau.
Danmark hevði minst hvíld
Í august 2025 gjørdu Tipsbladet og Opta eina kanning av, hvussu nógva hvíld feløg í ymiskum evropeiskum londum høvdu undan evropadystum.
Kanningin vísti, at donsk feløg í miðal høvdu 2,8 dagar millum dystirnar, meðan samanberilig lond høvdu í minsta lagi 3,6 dagar.
Danmark var eisini einasta landið í samanberingini, har einki felag hevði fingið frí frá landskappingini millum tveir evropadystir.
Hetta varð broytt undan 2026/27-kappingarárinum, tá fýra donsk feløg fingu útsettar landskappingardystir.
Fýra donsk feløg í Conference League
Í ár hava øll fýra donsku feløgini spælt seg í deildarspælið í Conference League.
Neestrup heldur, at betraða dystarskráin er ein partur av frágreiðingini.
– Tá eg síggi hetta úr Suðurevropa, er tað stuttligt, at tað hendir júst tað árið, tá donsku feløgini fyri fyrstu ferð hava fingið somu møguleikar sum nógv onnur evropeisk feløg, segði hann.
Hann legði afturat, at Danmark hevur tørv á fleiri feløgum, sum vinna stig í Evropa, um landið skal styrkja sína støðu á UEFA-styrkislistanum.
Neestrup hevði eisini eina skemtandi viðmerking til gamla kappingarneytan Brøndby.
– Kanska kann sjálvt Brøndby sleppa út at spæla í Evropa einaferð, segði hann við einum smíli.
Áhugavert fyri føroyskan fótbólt
Útsagnirnar hjá Neestrup eru eisini áhugaverdar í føroyskum høpi.
Í Føroyum verða eingir dystir fluttir, tá summarsteðgurin í landskappingini er av. Tað merkir frá 3. umfari og út. Tað er stórt sæð einki annað land, sum spælir undanumførini, sum ger sum Føroyar við ongan dyst at flyta hetta tíðarskeiåðið í juli/august.
Í Danmark hevur man valt at geva feløgunum betri umstøður at røkka evropeiska deildarspælinum, og Neestrup heldur, at úrslitini longu vísa týdningin av avgerðini.
Keldur: Ritzau og Tipsbladet.