32 nýggir útlendskir leikarar komu til MeistaraDeildina í 2026. Fáir gjørdu stóran mun.
Teir 32 útlendsku leikararnir, sum á fyrsta sinni spældu í føroysku kappingini í 2026, vóru hesir:
Erlend Hustad
Oussama Ali
Hampus Näsström
Jean Carlos
Nicolai V. Christensen
Mansour Sinyan
Alex Freyr Elísson
Nikola Kovacevic
Tom Amos
Tobias Hestad
Adrian Edqvist
Per-Magnus Steiring
Storm Bugge Pettersen
Erik Sorga
Moses Ebiye
Torgeir Børven
William Rygaard
Jovan Goronjic
Loïck Lespinasse
Mustafa Beyai
Laurits Nørby
Ba Lamin Sowe
Marius Kallestrup Nielsen
Sebastian Dalby Wille
Oliver Klemensen Bødker
Ola Arntsen
Elvar Petersen
Paulo Vitor
Sebastian Slettegaard
Malthe Nielsen
Sebastian Larsen
Mathias Friis
Tilsamans: 32 leikarar
Harav verið undir sáttmála hálvt ár ella minni: 15
Mettar útreiðslur: Millum 6-8 milliónir
Tað er torført at samanbera, tí sambært okkara upplýsingum er sera ymiskt, hvat hesir leikarar kosta, tá ein tekur bústað og bilar uppí roknistykkið. Summi kosta yvir 400.000, men so eru eisini norðurlendingar, sum fáa undir 100.000 kr., meðan teir sum eru uttanfyri norðurlond í minstra lagi skulu hava áleið 14.000 kr. um mánaðin sambært lóg.
Fáir gjørdu stóran mun
Um vit hyggja eftir, hvørjir leikarar gjørdu stóran mun, so veldst nokk um eyga sum sær. Og har skal sjálvandi havast í huga, hvat leikararnir kosta. Tí ein leikari kann gera stóran mun hjá einum smærri felag fyri 5-10.000 kr. um mánaðin, meðan nógv størri krøv mugu setast til ein, sum fær 40-60.000 kr. um mánaðin.
Eitt barometur er at hyggja eftir, um liðini halda fram ella leingja sáttmálan við leikaran, meðan eitt annaðå barometur er, um eitt annað felag hevur fingið sær leikaran. Í onkrum føri er tað eisini so, at felag ynskja at gera sáttmála við onkran leikara, men leikarin sjálvur ikki ynskir at halda fram í Føroyum.
Vit hava sett spurningin til nakrar persónar, sum hava fylgt væl við MeistaraDeildini í ár og biðið um eitt tak av leikarum, sum eftir teirra tykki gjørdu stóran mun fyri síni lið. Tølini sum koma inn liggja millum fimm og sjey. Tað svarar til millum 16 og 22 %. At millum fimm og sjey leikarar gjørdu stóran mun er ein subjektiv meting, men lesarin kann sjálvur telja og so gera upp, hvussu prosent nógvir leikarar av nýggjum útlendskum leikarum gjørdu stóran mun.