Hann tosar við HB, men enn er eingin sáttmáli gjørdur fyri 2019.
29 ára gamli Binni Hløðversson hevur átt stóran leiklut á HB meistaraliðnum, sum sær út til at seta nógv met í 2019. Men enn hevur verjukendi miðvallarleikarin ikki gjørt sáttmála við nakað felag fyri 2019. Í fotbolti.net er hann settur í sambandi við fleiri íslendsk feløg har ímillum stórfelagið FH.
- Tað er ov tíðliga at siga, hvussu verður næsta ár. Eg tosi í løtuni við HB og havi stóran áhuga at taka eitt ár afturat í Føroyum, so vit fáa at síggja, sigur Binni Hløðversson.
So hóast hann ikki hevur gjørt sáttmála, so kundu viðmerkingarnar bent á, at hann mest sannlíkt fer at halda fram í HB.