Føroyski venjarin Ríkin N. Djurhuus hevur lokið UEFA Elite Youth A-útbúgvingina hjá norska fótbóltssambandinum. Talan er um hægstu útbúgvingina innan leikaramenning í norsku venjaraskipanini.
Ríkin N. Djurhuus, sum er høvuðsvenjari hjá U15-liðnum hjá Sandefjord í Noregi, hevur fyrr í hesum mánaðinum fingið prógv fyri UEFA Elite Youth A-útbúgvingina, sum í Noregi verður nevnd Spillerutvikler A.
Talan er um eina framkomna venjaraútbúgving, sum serliga er ætlað teimum, ið arbeiða við at menna ungar evnaríkar fótbóltsleikarar og fyrireika teir til vaksnamannafótbólt á høgum stigi.
Í 2026 vóru bert 24 venjarar tiknir inn á skeiðið hjá norska fótbóltssambandinum. Ríkin er okkum vitandi annar føroyingurin, ið hevur tikið hesa útbúgvingina. Tann fyrsti var Arnbjørn Danielsen, sum nú er høvuðsvenjari hjá B68, men sum í ár var akademistjóri hjá KÍ.
Gott kappingarár við Sandefjord
Samstundis sum Ríkin hevur tikið útbúgvingina, hevur hann staðið á odda fyri U15-liðnum hjá Sandefjord.
Liðið hevur havt eitt gott kappingarár og endaði á øðrum plássi í B-bólkinum í landsumfatandi norska heystendaspælinum fyri U15-lið.
Kappingin var býtt í fimm styrkisbólkar, A til E, har A-bólkurin var tann sterkasti og B-bólkurin tann næststerkasti.
Vålerenga vann B-bólkin við 25 stigum, meðan Sandefjord endaði sjey stig framman fyri Molde og Lillestrøm, sum bæði fingu 13 stig.
Tilsamans vóru 29 lið í teimum fimm bólkunum í heystendaspælinum.
Ríkin er eisini annar av høvuðsvenjarunum hjá U16-liðnum, sum luttekur í steypakappingini. Har kom Sandefjord í fyrstu finaluna nakrantíð hjá felagnum, har tað bleiv eitt 2-1 tap móti Stabæk-
Við nýggju útbúgvingini hevur Ríkin N. Djurhuus nú fingið eina UEFA-góðkenda serútbúgving á hægsta stigi innan leikaramenning í Noregi, samstundis sum hann hevur fingið góð úrslit við ungdómsliðnum hjá Sandefjord.