Í HB verður útskifting í verjupartinum.
Nú er greitt, at norski miðverjin Per-Magnus Steiring ikki heldur fram í HB í 2027. Tað váttar hann fyri bolt.fo. Frammanundan er greitt at Mathias Voss skiftir til Vendsyssel og Ási P. Dam skiftir til Sandnes.
HB hevur funnið avloysaran, tí í farnu viku gjørdi danski miðverjin hjá 07 Vestur, Oliver Klemensen, sáttmála við felagið.