Seks føroyskir dómarar hava fingið altjóða uppgávur í UEFA Youth League hesa vikuna. Talan er um tveir føroyskar dómaratríbólkar, sum skulu døma dystir í Kekkia og Eysturríki.
Týsdagin skal Heini Z. R. Viðoy døma dystin millum kekkiska Slavia Praha og spanska Villarreal. Við sær hevur hann hjálpardómararnar Jørleif Djurhuus og Jógvan Breckmann.
Dysturin verður spældur í Prag og byrjar klokkan 12.00 føroyska tíð.
Mikudagin skal Jóhan Hendrik Ellefsen døma dystin millum eysturríkska Salzburg og serbiska Crvena Zvezda.
Við sær hevur hann føroysku hjálpardómararnar Dan Højgaard og Djóna Jacobsen.
Dysturin verður spældur í Liefering og byrjar klokkan 12.00 føroyska tíð.
UEFA Youth League er fremsta evropeiska felagskappingin fyri U19-lið.
Talan er sostatt um tvær spennandi altjóða uppgávur hjá føroysku dómarunum, sum fáa høvi at døma ungdómsliðini hjá fýra kendum evropeiskum feløgum.