2026/27 kappingarárið í altjóða fótbólti kemur at verða tyngjandi komandi fimm árini.
Føroyar enda nummar 48 fyri hetta kappingarárið, sum fer at telja komandi fimm árini. Tað er nú greitt, tí Føroyar og øll londini aftanfyri eru liðugat spæla hetta kappingarárið.
Føroyar hava síðstu árini ligið nummar 38-40 á styrkislistanum, sum tekur støðið í fimm teimum síðstu kappingarárunum. Tí hevur endastøðan á 48 fyri eitt einstakt kappingarár ikki avgerandi týdning, men tað fer at tyngja komandi árini ímun til undanfarnu ár.
Føroyar liggja í løtuni nummar 41, men fleiri lond aftanfyri hava lið í deildarspæli enn og tí kann tað enn broytast til tað verra. Tó burdi plássið hjá steypavinnaranum Víkingi ikki verið í vanda til at byrja í 2. umfari í Conference League. Komandi summar væntast ikki stórvegis broytingar við kappingarbyrjan, tá kappingarárið 2022/23 dettur burtur, men um tvey ár standa Føroyar til eitt stór fall, tá góða árið í 2023 dettur burtur. Tá kunnu Føroyar fara at liggja til at verða nummar 47-48. Tá dettur steypavinnarin heilt vist niður í 1. umfar í Conference League, meðan tað ikki er so langt niður til nummar 51, har bara trý lið sleppa við í altjóða kappingar.
Solidaritetspengarnir til føroyskan fótbólt, sum er týðandi fíggjarligt grundarlag hjá nógvum feløgum, ávirkast eftir, hvar Føroyar liggja á hesum lista.