6. desember verður lutakast um bólkarnir til EM-undankappingina í 2027.
Seks bólkar fara at hava fimm lið og seks bólkar fara at hava fýra lið. Longu nú er greitt, at Føroyar koma í ein bólk við fýra liðum.
Tað eru serligar avmarkingar undan lutakastinum. Í einum bólki við fimm liðum kann hægst eitt land verða, sum skal spæla røkkstøkkdystir í mars. Og sambært útrokningum hjá greiningafyritøkuni FMD, so er tað heilt vist, at Føroyar koma í bólk við fýra liðum.
Tá verða fýra dystir leiktir í september-oktober í einum tíðarskeiði sum í ár og tveir dystir í november. Hetta merkir eisini, at tveir venjingardystir skulu spælast í juni.
Føroyar verða styrkismettar í fjórða styrkislagi og fáa sostatt einki lið, sum verður styrkismett aftanfyri.
Samansetingar og avmarkingar gera, at úr styrkisbólki 1, so er bara 3 % møguleiki at trekkja Grikkaland, Danmark, Italia og Kroatia. Hinvegin liggja Spania og Ongland á 15-16 %.