Vit hava hugt eftir hagtølunum hjá B36, tá Heini Vatnsdal var við og tá hann ikki var við.
35 ára gamli Heini Vatnsdal spældi sambært FaroeSoccer 19 landskappingardystir. Tá lat B36 20 mál ígjøgnum ella áleið eitt mál pr. dyst. Teir átta dystirnar hann ikki spældi lat B36 16 mál inn enn tvey mál pr. dyst. Sostatt ein munur á 1 mál pr. dyst.
Eitt mál ígjøgnum pr. dyst er á stigi við m.a. FM-vinnaran NSÍ, sum lat 28 mál inn í 27 dystum. Tvey mál ígjøgnum pr. dyst gevur 54 mál ímóti fyri eitt heilt kappingarár og tað hevði verið tað mesta, sum nakað lið lat inn í 2026. B68 lat flest mál inn (53).