Fleiri topp 5 lið liggja framvið.
Hanus Højgaard var liðskipari hjá B68 í ár, men hann heldur ikki fram í barndómsfelagnum eftir niðurflytingina. Tað ljóðar, at NSÍ, B36 og okkurt annað lið í topp 5 vísir honum áhuga.
- Ja tað eru fleiri feløg, sum hava víst áhuga eftir kappingina. Serliga í Føroyum, men eisini okkurt uttanlands. Eg hevði sáttmála við B68 til 2027, men hann er ikki galdandi longur. Eg havi enn ikki tikið nakra endaliga avgerð til komandi árið, men tíðin er komin at leita sær nýggjar leiðir, sigur Hanus Højgaard við bolt.fo.