Fyrrverandi landsliðsleikarin vendur kanska aftur til føroyskan fótbólt í 2027.
Mads Boe Mikkelsen kom til HB í 2020, men skifti til KÍ í 2022, har hann spældi fram til 2025. Í 2026 flutti hann til Danmarkar, har hann var partur av Aarhus Fremad eina tíð, men ongan dyst spældi.
Góðar keldur hjá bolt.fo vita, at hann hevur tosað við fleiri føroysk feløg til 2027. Vit hava spurt høvuðspersónin og hann váttar, at so er. Hann sigur, at hann er opin fyri at spæla í Føroyum í 2027.
26 ára gamli Mads Boe Mikkelsen er skrásettur fyri 12 A-landsdystir.