Oyggjaleikirnir verða í Føroyum komandi summar 3. juli til 9. juli.
Í morgin verður lutakast um, hvussu spælast skal. 11 lið luttaka hjá kvinnum og 13 hjá monnum.
Ein bólkur hjá kvinnum og ein hjá monnum verður leiktur í Suðuroynnu. Hjá monnum verður tað bólkur A, har Føroyar verða, og hjá kvinnum bólkur B, har Føroyar ikki verða.
Sum skilst er enn ógreitt, hvør kemur at manna hesi landsliðini hjá Føroyum, sum ikki hava luttikið í Oyggjaleikum í nógv ár, men sum á heimavølli luttaka.
Landskappingin kemur at liggja still hjá kvinnum og monnum, men liðini sum spæla altjóða dystir hjá monnum, eru upptikin um hetta mundi, og tá talan ikki er um landsliðsvindeygað hjá FIFA, so hava feløg ikki skyldu til at lata leikarar leysar. Tí skulu feløg siga gott fyri at leikarar spæla á landsliðnum, sum fer at spæla á Oyggjaleikum.
Lutakastið verður í morgin kl. 15.00 og verður víst á Rás 1 hjá televarpinum og youtube-rásini hjá FSF.