Føroyar skulu í mars spæla um uppflyting til deild B í Nations League. Áhugavert er, at øll fýra møguligu mótstøðuliðini eru lægri styrkismett enn Slovakia, sum Føroyar júst hava møtt í bólkaspælinum.
Fríggjadagin verður greitt, um Føroyar skulu møta Rumenia, Norðurmakedónia, Georgia ella Ísrael.
Sambært FIFA-styrkislistanum er Slovakia, sum Føroyar í tveimum innanhýsis dystum í Nations League spældu javnt móti og vóru omaná í málmøguleikum, væl framman fyri øll fýra londini.
Londini liggja:
47: Slovakia
58: Rumenia
73: Norðurmakedónia
74: Georgia
76: Ísrael
Slovakia er sostatt millum 11 og 29 pláss hægri styrkismett enn møguligu mótstøðuliðini hjá Føroyum.
Hóast FIFA-styrkislistin ikki sigur alt um styrkina hjá landsliðunum, vísir samanberingin, at Føroyar longu hava roynt seg og staðið royndina móti einum landsliði, sum er hægri styrkismett enn øll tey fýra londini, sum kunnu standa á hinari síðuni í mars.
Lutakastið verður fríggjadagin 20. november.