Fríggjadagin verður greitt, hvørjum Føroyum skulu møta í uppflytingardystunum til deild B í Nations League. Føroyar hava áður spælt 19 landsdystir móti teimum fýra møguligu mótstøðuliðunum, men hava enn sín fyrsta sigur til góðar.
Rumenia, Ísrael, Georgia og Norðurmakedónia eru tey fýra londini, sum Føroyar kunnu møta í røkkstøkkdystunum í mars 2027.
Søguliga hava Føroyar havt tað torført móti hesum londunum. Tilsamans eru tað 19 landsdystir, sum hava givið tvey javnleikir og 17 tap.
Her eru allir dystirnir og úrslitini.
Rumenia – átta dystir, átta tap
mai 1992: Rumenia – Føroyar 7-0
september 1993: Føroyar – Rumenia 0-4
september 2008: Føroyar – Rumenia 0-1
oktober 2009: Rumenia – Føroyar 3-1
mars 2015: Rumenia – Føroyar 1-0
oktober 2015: Føroyar – Rumenia 0-3
mars 2019: Rumenia – Føroyar 4-1
oktober 2019: Føroyar – Rumenia 0-3
Rumenia er tað landið, sum Føroyar hava møtt oftast av teimum fýra. Allir átta dystirnir eru endaðir við tapi.
Tann størsti ósigurin var í fyrsta dystinum í 1992, tá Rumenia vann 7-0 í Bukarest.
Ísrael – fimm dystir, ein javnleikur og fýra tap
august 1992: Føroyar – Ísrael 1-1
september 2005: Føroyar – Ísrael 0-2
oktober 2005: Ísrael – Føroyar 2-1
september 2021: Føroyar – Ísrael 0-4
november 2021: Ísrael – Føroyar 3-2
Fyrsti dysturin móti Ísrael endaði við javnleiki í 1992. Síðani hava Føroyar tapt allar fýra dystirnar.
Seinastu ferð liðini møttust var í november 2021, tá Ísrael vann 3-2 á heimavølli.
Georgia – tríggir dystir, trý tap
august 2006: Føroyar – Georgia 0-6
mars 2007: Georgia – Føroyar 3-1
juni 2025: Georgia – Føroyar 1-0
Georgia hevur vunnið allar tríggjar dystirnar móti Føroyum.
Seinasti dysturin var ein venjingardystur í juni 2025, tá Georgia vann tepurt 1-0.
Norðurmakedónia – tríggir dystir, ein javnleikur og tvey tap
mars 2023: Norðurmakedónia – Føroyar 1-0
september 2024: Føroyar – Norðurmakedónia 1-1
november 2024: Norðurmakedónia – Føroyar 1-0
Norðurmakedónia er tað landið, sum Føroyar hava fingið sítt besta samlaða úrslit ímóti av teimum fýra.
Liðini møttust tvær ferðir í Nations League í 2024. Í Føroyum endaði dysturin 1-1, meðan Norðurmakedónia vann 1-0 á heimavølli.