Váðafúsar innskiftingar góvu úrslit.
Tá 79 minuttir vóru leiktir vóru Føroyar frammanfyri 1-0. Onkrar løtur í seinna hálvleiki legði Moldova trýst á. Men nakrar váðafúsar innskiftingar hjálptu. Váðafúsar, tí tað m.a. bleiv givið debut til Aron Benjaminsen, sum hevur sína styrki við bólti.
Aron er eitt serligt slag av leikara, sum Føroyar ikki hava havt í nógv ár. Hann kann nakað eyka við bóltinum og krevur lítið pláss. Og tað sást longu hendan fyrsta landsdystin. Hann fekk fríspørk, hornaspørk, innkøst og var var stongina frá at skora eftir frálíkt skjótálop, har innskiftu Petur Knudsen og Meinhard E. Olsen stóu fyri uppspælinum.
Eftir dystin var Hearts-leikarin sera vælumtóktur millum yngru áskoðararnar. Tað er neyvan nakar ivi um, at ein slíkur leikari selir atgongumerki.
Aron Benjaminsen fekk eina góða byrjan á A-landsliðnum og gecur liðnum eitt gott kort til framtíðina, um hann heldur fram at mennast.