Føroyingar vóru omaná á fleiri kropsligum økjum.
Sambært Sofascore, so runnu føroyingar 108,5 km, meðan moldovar runnu 105,4 km.
Hesir føroyingarnir runnu mest:
11,1 km: Géza Dávid Turi
10,5 km: Jann Benjaminsen
10,3 km: Hanus Sørensen og Áki Samuelsen
Av teimum blivu Hanus og Áki útskifur, tá áleið eitt korter var eftir við yvirtíð.
Føroyar høvdu 112 sprintir móti 104 hjá Moldova. Í verjupartinum vunnu Føroyar 89 % av nærdystunum, meðan Moldova vann 65 % av sínum nærdystum.
Føroyar høvdu sína styrki í luftnærdystum (61-39 %), meðan Moldova var omaná í nærdystum á jørðini (33-67 %).