Fýra møguleikar eru.
Føroyar vunnu 1-0 á Moldova og skulu tí spæla røkkstøkkdystir um at koma í deild d. Hvørji verða mótstøðuliðini har?
Norðurmakedónia í bólki eitt er einasta liðið við vissi enn. Hini trý liðini verða funnin í annaðkvøld. Talan er um liðini, sum enda aftast í sínum bólkum í deild b.
Úr bólki tvey er Georgia aftast, men Ukraina kann enn enda aftast. Í bólki trý er Ísrael aftast, men Írland og Kosovo kunnu enn enda aftast. Í bólki fýra liggur Rumenia aftast, men Pólland kann eisini enda aftast.
Lutakastið verður komandi fríggjadag 20. november kl. 11. Dystirnir verða leiktir í mars. Ein á heimavølli og ein á útivølli. Vinnarin tá fer í deild b, meðan taparin fer í deild c. Framyvir verða bara tríggjar deildir, so øll tey vánaligasta londini verða í deild c, meðan lond frá 19 til 36 verða í deild b.