Mánadagin fellir avgerðin um Føroyar skulu spæla tveir avgerandi røkkstøkkdystir í mars mánaða ella ikki.
Nú ræður um at taka av. Tað hevur annars knípt við tí í hesi Nations League-kappingini, tí møguleikarnir hava verið til at fingið meir enn fimm javnleikir. Hyggur mann afturá teir fimm dystirnir og mann skuldi koppa teir eftir dystargongdini annan vegin, so høvdu Føroyar kanska vunnið fýra og tapt ein.
At tað verður nærum fullsett hevur eisini stóran týdning bæði fyri hendan dystin og kanska framyvir. Tí geva føroyingar áskoðarunum eina góða uppliving, so koma kanska nógvir áskoðarar, sum annars ikki hava verið til teir síðstu landsdystirnir, aftur næstuferð. Og eftirmetingin av hesi Nations League-kappingini stendur og fellur við, hvat úrslitið verður í avgerandi dystinum móti Moldova, sum eins og Føroyar heldur ikki hava spælt í deild b áður. Í mars mánaða fær annað av hesum liðum møguleika til tað. Í deild b eru áhugaverdari mótstøðulið, hægri stig og meira pengar.
Føroyar-Moldova spæla á Tórsvølli mánadagin kl. 15.00.