Tá Føroyar og Moldova spæla avgerandi Nations League-dystin mánakvøldið, verður talan um ein søguligan dyst. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at føroyska A-landsliðið við monnum spælir ein altjóða skrásettan landsdyst á heimavølli í november.
Síðani Føroyar gjørdust limir í FIFA og UEFA í 1988, hevur landsliðið spælt hópin av heimadystum í undankappingum og Nations League. Men ongantíð áður hevur ein heimadystur verið spældur so seint á árinum sum 16. november.
Vanliga hava føroysku heimadystirnir verið lagdir fyrr á heystinum, meðan landsliðið í november hevur spælt á útivølli. Hetta hevur eisini verið tikið atlit fyri í lutakøstum, har t.d. Føroyar og Ísland ikki hava kunna verið í bólki saman viðhvørt, tí tey ikki kunnu spæla heimadystir um veturin. Men hesa vikuna spæla bæði heimadystir. Í Føroyum er kalt og enn kaldari er í Íslandi, men báðir vøllirnir hava hita og tað verður tí væntandi eingin trupulleiki at avgreiða dystirnar.