Øll atgongumerkini eru avløgd til avgerandi landsdystin mánadagin kl. 15.00. Tað er ókeypis, men FSF heitir á áskoðarar, sum ikki ætla at brúka síni atgongumerki, um at lata tey innaftur.
FSF skrivar:
ÚTSELT // Ongi atgongumerki eru eftir til dystin millum Føroyar og Moldova mánadagin
Vit heita á tey, sum hava ognað sær atgongumerki, sum tey ikki ætla at brúka, um at lata tey inn aftur
Send ein teldupost til atgongumerki@fsf.fo og upplýs hvørji atgongumerki tit ynskja at lata inn aftur.
Atgongumerki, sum koma inn aftur, verða leypandi tøk aftur á www.fsf.fo/nethandil/
Vit burturluta signeraðar landsliðstroyggjur millum øll skannaði atgongumerki