Hóast Slovakia tryggjaði sær uppflyting til Nations League B við 2-2 javnleikinum móti Føroyum fríggjakvøldið, eru slovakisku miðlarnir sera atfinningarsamir. Føroyska landsliðið fær samstundis rós fyri avrikið, og fleiri miðlar staðfesta, at Føroyar vóru nærri sigrinum enn heimaliðið.
’’Hepnið bjargaði okkum undan eini enn størri eyðmýking.’’
Soleiðis ljóðar yvirskriftin hjá stóra slovakiska ítróttamiðlinum Sport.sk eftir 2-2 javnleikin millum Slovakia og Føroyar í Kosice fríggjakvøldið.
Slovakia tryggjaði sær við javnleikinum fyrsta plássið í bólkinum og uppflyting til Nations League B, men tað er ikki avrikið hjá heimaliðnum, sum fyllir mest í slovakisku miðlunum.
Heldur er tað føroyska avrikið og trupulleikarnir hjá Slovakia, sum verða viðgjørt.
Føroyar høvdu størri málmøguleikar
Sportnet skrivar, at Slovakia hevði stórar trupulleikar móti einum føroyskum liði, sum skapti fleiri vandamiklar málmøguleikar og rakti træverkið tvær ferðir.
Miðilin vísir eisini á tølini fyri væntað mál, har Føroyar høvdu 2,06 móti 1,63 hjá Slovakia.
Slovakiski venjarin rósti Føroyum
Vladimír Weiss, landsliðsvenjari hjá Slovakia, viðgekk eftir dystin, at heimaliðið kundi verið í stórum trupulleikum, um Føroyar høvdu økt til 3-1.
Hann rósti samstundis føroyska landsliðnum.
– Vit mugu eisini rósa mótstøðuliðnum. Føroyar hava ikki tapt ein einasta dyst, og tað er eingin tilvild, segði Weiss sambært slovakisku miðlunum.
Weiss viðgekk eisini, at Slovakia ikki hevði spælt nóg væl, hóast høvuðsmálið um uppflyting varð rokkið.
Floyt frá áskoðarunum
Yvir 11.000 áskoðarar vóru á leikvøllinum í Kosice, men sambært Sportnet vóru kenslurnar blandaðar millum heimafjøldina.
Floyt hoyrdist frá áskoðarunum, samstundis sum aðrir royndu at stuðla slovakiska liðnum.
Sportnet lýsir dystin sum eina dramatiska uppliving, har Slovakia hevði trupult við at fáa tamarhald á føroyska liðnum.
Miðilin leggur dent á, at Føroyar ikki bara vardu, men eisini vóru vandamiklar, tá tær fóru í álop.
Serfrøðingar: Føroyar vóru greitt sterkari í nærdystunum
Eftir dystin vóru slovakisku sjónvarpsserfrøðingarnir Ladislav Borbely og Peter Duris sera atfinningarsamir.
Borbely helt, at Slovakia hevði gjørt ein stóran feil við at lata dystin gerast ein kropsligan dyst við nógvum nærdystum. Í teimum nærdystunum vóru Føroyar sambært honum greitt sterkari.
Hann helt heldur ikki, at nógv var at hátíðarhalda, tá Slovakia á heimavølli mátti stríðast fyri at varðveita javnleikin móti Føroyum. Peter Duris vísti á, at slovakiska liðið hevði trupulleikar við at avloysa týdningarmiklar leikarar, sum ikki vóru tøkir.
Føroyska avrikið fær viðurkenning
Í einari viðmerking hjá Sport.sk leygarmorgunin verður eisini staðfest, at Føroyar spældu væl.
Miðilin rósti føroyska liðnum fyri dirvi, ágangandi press í ávísum støðum og skjót álop, tá bólturin varð vunnin.
Samstundis verður føroyska verjuspælið lýst sum væl skipað, har liðið stóð kompakt í eini 5-4-1 leikskipan.
Slovakisku miðlarnir eru sostatt samdir um, at heimaliðið hevði stórar trupulleikar, men eisini at føroyska landsliðið eigur stóran part av æruni fyri tað.
Føroyar hava nú spælt fimm javnleikir í fimm dystum í Nations League-bólkinum og eru framvegis ósigraðar undan seinasta dystinum móti Moldova mánadagin.