B68 hevur ikki sett navn á nýggja høvuðsvenjaran enn. Men nú ljóðar, at ein KÍ-venjari er áveg.
Sambært góðum keldum, so er góður møguleiki fyri, at Arnbjørn Danielsen verður nýggjur venjari hjá B68. Hann hevur verið høvuðsungdómsvenjari hjá KÍ í 2026.
B68 skal spæla í 1.deild í 2027 eftir, at liðið flutti niður í ár eftir seks ár í bestu deildini.