Føroyar fingu eitt gott úrslit, sum tó ikki kundi brúkast til tað stóra í bólkinum.
Tað endaði 2-2 í Kosice í kvøld. Føroysku málini skoraðu Viljormur Davidsen (brotsspark) og Áki Samuelsen. Føroyingar avrikaðu væl, og tað var bara tvørstongin fyri, at Føroyar ikki komu á odda 3-1 í seinna hálvleiki. 2-2 á utivølli móti Slovakia er eitt gott úrslit, men júst hesaferð kundu Føroyar ikki brúka tað til tað stóra í hesum bólkinum.
Nú er lagt upp til ein stórdyst á Tórsvølli mánadagin kl. 15.00. Vinnarin av Føroyar-Moldova skulu spæla røkkstøkkdyst um at koma í deild b, meðan taparin mest sannlíkt skal spæla venjingardystir í mars.