Tað verður væntandi nærum fullsett á Kosická futbalová aréna í Kosice, tá Slovakia og Føroyar møtast í Nations League fríggjakvøldið. Stórur áhugi er fyri dystinum, sum kann fáa avgerandi týdning fyri støðuna í bólkinum.
Sambært slovakiska ítróttamiðlinum Sport.sk vóru umleið 11.200 atgongumerki seld hósdagin, dagin fyri dystin millum Slovakia og Føroyar. Kosicka futbalová aréna hevur pláss fyri umleið 12.555 áskoðarum. Tað merkir, at nærum 90 prosent av atgongumerkjunum longu vóru seld hósdagin. Leikvøllurin er ein nýggjur og nútímans fótbóltsleikvøllur, sum varð tikin í nýtslu í 2022 og seinni útbygdur og áskoðararnir sita tætt við vøllin.
Kosice er næststørsti býurin í Slovakia, og leikvøllurin er heimavøllur hjá FC Kosice, sum spælir í bestu slovakisku deildini.
Slovakia skal hava eitt stig fyri at tryggja sær uppflyting og eydnast tað, so ætla teir sum skilst at brúka eykaliðið í Kasakstan til síðsta dystin. Tí hevur tað týdning at Føroyar fáa eitt gott úrslit í kvøld ella at Kasakhstan í minsta lagi ikki vinnur í Moldova. Tann dysturin verður kl. 17.00, meðan dysturin í Slovakia verður kl. 19.45.