Tað verður finski Mohammad Al-Emara, sum skal døma Nations League-dystin millum Slovakia og Føroyar í Kosice fríggjakvøldið. Ein sera kendur maður úr enskum fótbólti verður dómaraeygleiðari.
Mohammad Al-Emara er altjóða dómari úr Finnlandi og hevur royndir frá bæði finsku bestu deildini og altjóða fótbólti.
VAR-dómararnir koma úr Italia. Gianluca Aureliano verður VAR-dómari.
Kendur Premier League-dómari eygleiðari
Serliga áhugavert er, at enski Martin Atkinson verður dómaraeygleiðari hjá UEFA til dystin.
Martin Atkinson er eitt kent navn í evropeiskum fótbólti. Hann dømdi í Premier League frá 2005 til 2022 og stóð fyri fleiri enn 450 dystum í bestu ensku deildini.
UEFA-umboðsmaður til dystin verður Oleg Harlamov úr Estlandi.