Tað ljóðar, at m.a. HB liggur framvið at fáa undirskriftina hjá toppskjúttanum hjá Víkingi.
Jørgen Nielsen, sum sambært FaroeSoccer skoraði sjey mál í landskappingini, hevur ongan sáttmála fyri 2027. Hann sigur við bolt.fo, at fleiri fyrispurningar hava verið, og at ein møguleiki eisini er at halda fram í Víkingi.
Tað ljóðar, at HB er eitt av liðunum, sum hava Jørgen á sínum ynskislista.