Skála skrivar:
Nevndarval var hildið 29. oktobur 2026, og væl av fólki var møtt til fundin.
Áðrenn fundin var greitt, at Jakob Lind Jacobsen, formaður, og Erland B. Danielsen ikki tóku við afturvali. Vit takka teimum báðum fyri stóra arbeiðið, teir hava lagt í felagið, meðan teir hava sitið í starvsnevndini.
Rókur V. Nilssen játtaði seg at taka enn eitt tak fyri felagið og koma inn í starvsnevndina.
Starvsnevndin fekk heimild til at finna ein sætta starvsnevndarlim eftir fundin. Síðani hevur Dánjal Sørensen játtað at koma inn í starvsnevndina.
Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:
Steinar A. Prestá, formaður
Høgni Jensen, næstformaður
Rókur V. Nilssen, kassameistari
Rúni Niclassen, skrivari
Sveinur Ellefsen, nevndarlimur
Dánjal Sørensen, nevndarlimur
Tiltakslimir:
Ingibjørn Royðutoft
Eyvindur Jacobsen