Hann skifti til B36 frá meistarunum í Gibraltar undan hesum kappingarárinum.
Boubacar Dabo byrjaði væl, men síðani 8. umfar skoraði hann ikki nakað mál sambært FaroeSoccer. Hann legði upp til trý mál og fekk sostatt seks málstig í sínum 24 dystum.
Nú hava vit fingið staðfest, at hann heldur ikki fram í B36, har sáttmálin gongur út í ár.